fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Jørgen Niclasen, høgrumegin, saman við floksfelaganum, Jacobi Vestergaard, sigur, at samgongan torir ikki at broyta tey málini, hon annars fanst harðligast at, tá ið hon sat í andstøðu

Áki Bertholdsen 20.08.2017 (08:30)

Tit tora ikki at broyta flatskattin

– Vit vistu, at tit tordu ikki at broyta flatskattin aftur og vit vistu at tit tora ikki at broyta forskattingina av pensjónum aftur.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, argaði samgongina í Løgtinginum við, at hóast tey høvdu funnist hvassliga at tí, undanfarna samgongan hevur sett í verk, tora tey kortini ikki at broyta nakað aftur.

 

Í orðaskiftinum í Løgtinginum um fiskvinnuskipanina, vísti hann á, at skulu stórmál setast í verk, er tað antin neyðugt at hava undirtøku frá stórum parti av Løgtinginum, ella má landsstýrið vita, at onki verður broytt aftur.

 

Mest umstríddu málini, undanfarna samgonga setti í verk, var flatskatturin og forskattingin av pensjónum.

 

Tað var rætt og slætt rok um hesi bæði málini og at kalla hvørt einasta fakfelag í landinum mótmælti. Ikki minst mótmælti andstøðan, sum var í Løgtinginum tá, nevniliga,Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, og tað vóru tey, sum søgdu, at hetta fór at vera broytt aftur.

 

Men nú hevur hendan samgongan sitið í skjótt tvey ár og tað er ikki ein stavur broyttur legði hann afturat.

 

– Men Jørgen Niclasen segði, at hann visti, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fóru ikki at tora at broyta hvørki flatskattin, ella forskattingina av pensjónum, aftur.

 

Tað varð bara prát og tos, tí teir flestu av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi vóru teir, sum fingu størstan ágóðan av flatskattinum, og tí verður flatskatturin ikki avtikin aftur, heldur Jørgen Niclasen afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her