Leita á in.fo

Mynd: Harriet Olafsdóttir

Annika Kunoy Im 11.08.2017 (21:11)

Tjaldarar troystaðu sær ikki út í morgun

Tað regnaði illa í gjár, tá Summarfestivalurin fór av bakkastokki. Í nátt og í morgun hevur eisini verið vátt, og tí er bøurin vorðin vátur og svansuttur.

 

 

Tó, so tykist tað ikki, sum fólk eru darvaði av nógva regninum, heldur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari av tjaldingarøkinum á Summarfestivalinum.

 

 

-Lagið á gestunum hevur verið gott, og nógv hava hugnað sær inni í ymisku tjøldunum, nú tað hevur regnað so illa, sigur hon. 

 

 

Í morgun fór tað at regna illa, og tá merktu fyriskipararnir, at morgunin á tjaldingarøkinum ikki var, sum undanfarin ár.

 

 

- Tað plagar at vera gott lív í um morgunin, tá fólk eta enskan morgunmat og koma í heitu pottarnar, men soleiðis var ikki í morgun. Fólk komu ikki út úr teltunum fyrr enn kl. 16 har á leið, tá regnið steðgaði, sigur hon.