Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.02.2019 (12:01)

Tjóðardagur sámanna er í dag

Søgan um, hvussu teir eru viðfarnir í londunum, har teir búgva, er syrgiligur lesnaður. Noreg, Svøríki, Finland og Russland eru øll farin illa við teimum upp gjøgnum árini, somikið so, at enn tann dag í dag eru nógv, sum ikki vilja kennast við sítt sámiska upphav, av ótta fyri at verða sett í bás og upplivað mismun.

 

Í dag hava sámarnir fingið egið ting í øllum londunum, sum teir búgva í. Teir hava eisini javnrættindini sum borgarar í norðurlondunum, men Russland heldur enn eitt vakið eyga við, hvat sámarnir kunnu finna upp á.

 

50.000 til 80.000 sámar búgva í Sapmi ella Sámalandi í dag, gott og væl helvtin í Noregi. Sapmi breiðir seg um norðasta partin av Skandinavnia, Noreg, Svøríki, Finland og inn í Russland.

 

Tjóðardagur sámanna var hildin fyrstu ferð í 1993. 6. februar bleiv valdur, tí tað var dagurin, fyrsti sámiski landsfundurin bleiv hildin, í 1917.

 

Tjóðardagur sámanna er almennur flaggdagur í Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tí skulu allir almennir bygningar flagga, men við egnum fløggum. At flagga við sámiska flagginum er valfrítt.

 

Í videobrotinum joikar Ella Maria Hætta Isaksen, sum vann norsku sangkappingina Stjernekamp. Hon er sjálv sámi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her