Leita á in.fo

Danjal av Rana 25.09.2017 (14:28)

Tjóðbankin: Strikið skattafyrimunirnar

Danski Tjóðbankin mælir til, at føroyskir myndugleikar endurskoða skattaavtalurnar við hini norðurlondini.

 

Samstundis sum føroyskar fyritøkur skríggja eftir meiri arbeiðsmegi, arbeiða nógvir føroyingar í útlondum.

 

Bakgrundin fyri viðmerkingunum hjá Tjóðbankanum er, at yvir helvtin av øllum føroysku fyritøkunum í byggivinnuni siga, at manglandi arbeiðsmegi forðar teimum í teirra virksemi. Innan fiskivinnuna og ídnaðin siga ein triðingur av fyritøkunum, at manglandi arbeiðsmegi heldur teimum aftur.

 

Tjóðbankin viðmerkir, at føroyska arbeiðsfjøldin er sera flytfør. Tá tíðirnar eru ringar, flytir arbeiðsmegin av landinum, og tá tíðirnar eru góðar, flyta føroyingar heimaftur at arbeiða.

- Eitt stórt tal av føroyingum, serliga innan handverk og byggivinnuna, hevur bústað í Føroyum, men arbeiðir uttanlands, m.a. orsaka av hægri løn og skattafyrimuni. Landsstýrið kann lutvíst bøta um mangulin á arbeiðsmegi við at minka um skattafyrimunirnar. Umframt at minka um vandan fyri yvirhiting, økir hetta skattainntøkurnar, skrivar Tjóðbankin.

 

Tað er tvískattaavtalan, sum er galdandi í Norðurlondum, sum sigur, at norðurlendskir arbeiðstakarar rinda skatt í landinum, sum teir arbeiða í, og ikki landinum, sum teir búgva í. Í Føroyum hava røddir verið frammi um at fáa hesa tvískattavtaluna broytta, men til tess krevst, at semja fæst millum øll Norðurlondini. Hetta kann gerast trupult, tá nøkur lond jú njóta gott av, at borgarar úr øðrum londum rinda skatt har.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her