Tjóðleikhúsið verður ikki flutt av Bursatanga

– Málið um Tjóðleikhúsið er endaliga avgreitt, sigur borgarstjórin í Havn

 

– Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan. Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn í morgu.

 

Hann sigur, at avsetta økið til sjálvt Tjóðleikhúsið var 4.000 fermetrar, men tað var partur av eini heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum var eitt vegleiðandi amboð fyri, hvussu økið skal skipast í framtíðini.

 

– Eitt tílíkt øki umfatar sjálvandi vegir, grøn hugnaøki og alment felags parkeringsøki umframt, sigur Heðin Mortensen.

 

– Málið snýr seg einans um at fáa Tjóðleikhúsið at passa inn í hesa heildarætlan. Tað hava vit havt ríkiligt av tíð til. Og eg fari nú sum borgarstjóri saman við umsitingini at taka mær av at fáa gjørt ein sáttmála skjótast, so málið ikki óneyðuga verður órógvað og drigið longur út.

 

– Fantasifullu uppskotini um alternativar plasseringar havi eg ongar viðmerkingar til. Málið er í mín verð samtykt og avgreitt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.