Tjóðveldi fær nógvar pengar frá Magna Arge

Tað snýr seg um annaðhvørt 150.000 krónur ella 240.000 krónur, sum Tjóðveldi skal hava frá Magna Arge

Tað snýr seg um annaðhvørt 150.000 krónur ella 240.000 krónur, sum Tjóðveldi skal hava frá Magna Arge, tá hann – beint ímóti tí, sum Tjóðveldi hevur lovað, fer at sita bæði á Fólkatingi og løgtingi í senn.

 

Tað fer hann at gera í summar og í øllum førum fram til, at Fólkatingið verður sett fyrsta týsdag í oktober.

 

Trupulleikin hjá Magna Arge er, at hann sum varamaður ikki fær farloyvi úr Fólkatinginum, tað vil formansskapurin ikki. Og tá Magni Arge vil sleppa á Løgting, sum hann er valdur til, so hevur hann ein trupulleika, tí Tjóðveldi hevur lovað veljarum, at sama umboð fyri Tjóðveldi fer ikki at sita í báðum sessunum.

 

Í valskránni til fólkatingsvalið sigur Tjóðveldi seg at hava greiðar linjur hesum viðvíkjandi:

 

»Vit fara inn í hetta av heilum huga fyri at vinna føroysku tjóðskaparrørsluni sess og umboðan. Tí fer tjóðveldisumboðið ikki at vera í tveimum tingsessum ísenn.«

 

Magni Arge segði við sjónvarpið í gjár, at »vissi tað skuldi fallið mær í lut at fingið meira enn eina løn«, so fer hann at lata aðra lønina til flokkin.

 

Sambært heimasíðuni hjá Fólkatinginum, so ber tað ikki til hjá fólkatingslimum at frásiga sær fólkatingslønina, og tí verður tað løgtingslønin, sum fellur til Tjóðveldi. Løgtingslønin er um 38.000 krónur um mánaðin, skal Tjóðveldi hava fýr mánaðarlønir, so merkir tað, at Tjóðveldi fær góðar 150.000 krónur.

 

Um so er, at Tjóðveldi skal hava fólkatingslønina frá Magna Arge, so fær Tjóðveldi munandi meira. Tí fólkatingslønin er 60.000 krónur um mánaðin, harav slakar 8.000 krónur eru skattafríar. Um Tjóðveldi skal hava fólkatingslønina frá Magna Arge í fýra mánaðir, so fær Tjóðveldi 240.000 krónur.

 

Um so er, at Magni Arge heldur ikki kann frásiga sær løgtingslønina, so kann hann sjálvandi bara flyta Tjóðveldinum pengar – annaðhvørt 150.000 krónur ella 240.000 krónur minus skattin.