fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Henrik Old og Heðin Zachariasen. Mynd: Sunda kommuna

Danjal av Rana 17.02.2017 (12:04)

Tjørnuvíkartunnil hægstu raðfesting

Í gjáramorgunin var Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, á vitjan hjá Heðini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu. Á fundinum umrøddu teir millum annað ferðslutrygdina til Tjørnuvíkar og onnur ferðsluviðurskiftir, í Sunda kommunu.

 

Sambært Heðini Zachariasen er semja um, at tað er átrokandi at fáa ein tunnil gjørdan til Tjørnuvíkar. - Verandi farleið er als ikki trygg. Regluliga rapar grót á vegin og er hetta til stóran ampa fyri tey, sum dagliga nýta hesa farleið. So seint sum á jólum mundi enda heilt galið, tá grót rapaði á ein bil, skrivar Sunda kommuna.

 

Landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir áður havt á orðið, at man burdi fari aftur til skipanina við tunnilsholdum, sum kann hava ábyrgd av at bora tunlar til smærru bygdirnar. Hugsanin er, at tunnilsútgerð verður keypt ella leigað, og so arbeiðir tunnilsholdið upp á ein tunnil, til játtanin er uppi. So verður hildið á aftur, tá peningur aftur er tøkur.

 

Sambært Sunda kommunu hevur landsstýrismaðurin sagt, at tunnilin til Tjørnuvíkar er millum teir fyrstu, sum hetta tunnilsholdið skal í gongd við.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her