Tobbi um Anniku: Alt er hin bera mascara

Tórbjørn Jacobsen vísir sína vanvirðing fyri Anniku Olsen í skrivi á Facebook.

Annnika Olsen 

- er Føroyameistarin í at rekast ímillum flokkar sum bukka millum sengur.

- Eigur ikki evnini at seta seg seriøst inn í nakað mál.

- hugsar bara um mascara og yvirskriftir.

- stendur spillnakin í málinum.

 

Orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Tað er altso ikki við mýkindum, at hann legst eftir borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen.

 

Hann er kendur fyri at taka dýran til og brúka stór orð í sínum samskifti, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Orðini eru sera niðurgerandi og fleiri ferðir vísir Tórbjørn Jacobsen til kynið hjá hinum borgmeistaranum.

 

Tórbjørn Jacobsen leggur út við at siga, at hon rekst sum bukka millum sengur. Øll vita og minnast, at Annika Olsen beint eftir løgtingsvali í septembur 2015 fyrst fór úr Fólkaflokkinum, síðani upp í Framsókn, men eftir fáum døgum fór úr Framsókn aftur og so, á vári 2016, fór upp í Fólkaflokkin aftur. Heldur enn at lýsa hesa gongdina, lýsir Tórbjørn Jacobsen hana, sum eina bukku, sum ferðast millum sengur.

 

Óli P. fekk nógvar ábreiðslur, tá hann um hetta mundi teknaði Anniku Olsen á veg úr songini hjá Jørgeni Niclasen upp í songina hjá Poul Michelsen. Tann tekningin var meinlík tí, hann teknaði av Kitty-May Ellefsen, tá hon á sinni skifti úr Sambandsflokkinum í Fólkaflokkin. Nú tekur Tobbi tráðin upp aftur, tó at hann samanber borgarstjóran í Havn við eina bukku.

 

Tórbjørn Jacobsen vísir aftur til kyn, tá hann ákærir Anniku Olsen fyri at hugsa mest um mascara og yvirskriftir og heldur seg til tað meiri vulgera, tá hann móti endanum av umrøðu síni sigur, at borgarstjórin stendur spillnakin í hesum málinum.

 

Umframt alt hetta vil hann vera við, at Annika Olsen ikki hevur evnini til at seta seg seriøst inn í nakað mál.

 

Alt í alt ein ógvuslig niðurgerðing av einum politiskum mótstøðufólki, har meginparturin av atfinningunum eru niðanfyri beltið.

 

Orsøkin til, at Tórbjørn Jacobsen er so uppøstur, er stríðið um tunnilsgrótið úr Eysturoyartunlinum. Tórbjørn Jacobsen vil vera við, at Runavíkar kommuna tvær ferðir hevur víst á sín áhuga at taka ímóti grótinum úr tunlinum Streymoyarmegin. Hetta er grótið, sum nú verður lagt í fjørðuna í Sundi, og sum Kaldbaksfólk eru so ill um.

 

Í samrøðu við Kringvarpið sigur Annika Olsen tó, at uppáhaldið hjá Tórbirni Jacobsen als ikki kann takast fyri fult og hon kallar tað fleiri ferðir fyri óseriøst. Hon hevur ongantíð hoyrt nakað um áhuga fyri grótinum fyrr enn í gjár, hvørki orð ella eið, sigur hon.