Leita á in.fo

Tað gingu fleiri vikur frá tí, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, til møguligu ránararnir fyrstu ferð lótu hoyra frá sær. Mynd: VG

Vilmund Jacobsen 13.03.2019 (09:39)

Tøgn var í fleiri vikur eftir ránið

Fyri fyrstu ferð lyftir norska løgreglan nú lokið í spurninginum um, nær tann ella tey, sum hugsandi rændu Anne-Elisabeth Hagen, fyrstu ferð lótu hoyra frá sær, eftir at ríkmanskonan hvarv.

 

- Fyrsta sambandið var fleiri vikur eftir hin 31. oktober, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum, sigur kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, Tommy Brøske.

 

Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvør ítøkiligi dagurin var, tá samband var fyrstu ferð. Men, hann sigur, at hetta var á einum digitalum samskiftispalli, ið áður er nevndur sum ”lítið egnaður til vanligt samskifti”.

 

Sambært upplýsingum sum VG hevur, var hetta samskifti á einum samskiftispalli við tilknýti til ein higartil ókendan kryptovaluta, sum tað verður rópt. Fyri at samskifta um henda ”pall”, verður goldin ein minni peningaupphædd.

 

Norska heimasíðan veit at siga, at samskift skal hava verið aftur og fram um nevnda samskiftispall fleiri ferðir, men júst hvussu ofta, veit almenningurin ikki.

 

VG hevur eisini verið í samband við advokatin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, men hann vil ikki gera viðmerkingar um hetta fyrsta sambandið, sum var millum partarnar.

 

Hagen-familjan hevur alla tíðina verið í neyvum samstarvi við løgregluna um sambandið við møguligu ránararnar, og eitt nú skulu servand altjóða samráðingarfólk í gíslatøku eisini hava havt ein leiklut í málinum.

 

Men, Tommy Brøske hevur higartil ikki vilja fortalt í smálutum um hetta.

 

Høvuðsástøðið hjá norsku løgregluni er framvegis, at Anne-Elisabeth Hagen varð rænd í heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis.

 

Í húsunum skulu kriminalteknikarar hjá løgregluni hava funnið sonevnd ”situatiónsspor” ella ”sleipispor”.

 

Brævið, sum hugsandi ránarar løgdu eftir sær í húsunum, snúði seg sambært VG um níggju miljónir evrur í kryptovaluta’ini Moneru, og her var eisini ein hóttan um, at familjan ikki skuldi fara til løgregluna við málinum. Um tey gjørdu tað, var lívið hjá Anne-Elisabert Hagen í vanda.

 

Bæði løgregla og advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, hava fleiri ferðir biðið møguligu ránararnar um at prógva, at Anne-Elisabeth Hagen framvegis er á lívi.

 

Men, ein slík váttan er ikki komin enn.

 

- Væntandi prógvið um, at hon framvegis er á lívi, ger, at vit eru farin at ivast. Hinvegin hava vit heldur eingi prógv um tað øvuta. Vit kunnu heldur ikki útiloka, at vantandi prógvið um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, bevíst er ein strategi hjá einum mótparti, sigur Tommy Brøske.

 

Sambært teimum upplýsingum, sum VG hevur, var seinasta samband við møguligu ránararnar, eina ferð millum 24. januar og 1. februar.

 

- Eftir hetta hevur verið púrasta kvirt, skrivar VG í nátt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her