Tók ein tíma at fáa studentar av vegnum

Hóast løgreglan varð vælmannað á Hvítanesvegnum í Hoydølum í morgun, so órógvaðu kátu studenaskúlanæmingarnir ferðsluna í minsta lagi í ein heilan tíma. Nógv fólk eru tí komin ov seint til arbeiðis og í skúla í morgun.

 

Tað er tann árligi skulkidagurin hjá næmingunum í dag. Leiðslan í Studentaskúlanum hevur fyrr sagt, at tey hava ikki ábrygd av tí, sum næmingarnir gera uttan fyri skúlatíð uttan fyri skúlan. Sum skilst vóru eisini næmingar frá øðrum skúlum við í Hoydølum í morgun. Næmingarnir hava verið í veitslu í nátt, og tað merktist á fleiri teirra, tá tey komu við bussum á Hvítanesvegin oman fyri plantasjuna og síðani fóru til gongu oman eftir Hvítanesvegnum.

 

Við Sanatoriivegin steðgaðu tey ferðsluni, og tí kom proppur í, sum forðaði ferðsulni í ein heilan tíma.