fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (19:50)

Tónleikarar fáa møguleika í London

Norðurlandahúsið bjóðar nú ungum tónleikarum at vera við í verkætlanini On Mass.

 

 

Verkætlanin verður lýst soleiðis:

 

 

Føroyskir ungir tónleikarar eruu bodnir at vera við í altjóða verkætlan!

 

 

- Ert tú ungur tónleikari ella sangari millum 15 og 25 ár? - Kundi tú hugsað tær at staðið á ein av kendastu og størstu pallunum í London og spælt ella sungið framman fyri 1500 áskoðarum?

- Kundi tú hugsað tær at staðið á palli saman við Angelique Kidjo?

- Kundi tú hugsað tær at spælt tónleik saman við ungum úr India, USA og Bretlandi?

Kundi tú hugsað tær at framført á London Jazz Festival?

- Kundi tú hugsað tær at spælt tónleik saman við Mariusi Ziska?

 

 

So far á ON MASS Føroyar í august.

 

 

Hvat er ON MASS?

 

 

8.-13. august fara tveir bretskir tónleikarar frá kenda konsertstaðnum the Roundhouse í London og Marius Ziska at hava tónleikaverkstovur saman við 20 føroyskum ungum tónleikarum og sangarum í aldrinum 15-25 ár. Verkstovurnar enda við eini framførslu.

 

 

Trý ella fýra av teimum, sum luttaka í verkætlanini í Føroyum, sleppa í november til London at arbeiða saman við ungum tónleikarum úr øllum heiminum fram ímóti eini stórari ON MASS framførslu í the Roundhouse 12. november.

 

 

Eini 1500 áskoðarar verða til staðar og ongin minni enn Angelique Kidjo fer at standa á palli og framføra saman við teimum.

 

 

Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival. Versktovurnar (og túrurin til London) eru ókeypis.

 

 

Hvør kann vera við? Fyri at vera við skalt tú: - vera millum 15 og 25 ár - duga at syngja ella spæla eitt ljóðføri - tíma at arbeiða saman við øðrum ungum tónleikarum - tora at framføra - skilja enskt

 

 

Vónin er at hava umleið helvt um helvt sangarar og instrumentalistar á verkstovuni.

 

Tilmelding

Tilmelding fer fram á www.nlh.fo/events/on-mass/

Við tilmeldingini skal sendast ein lítil upptøka á 2-5 minuttir – video ella ljóð – har tú spælir uppá sítt ljóðføri ella syngur. Ein fartelefonupptøka er nóg góð til hetta.