Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 16.02.2019 (23:05)

Top Gear vitjaði Halleluja-Sofus

Í vikuni hava umboð frá Top Gear Magazine verið og vitjað í Føroyum. Hetta er eitt stórt bretskt blað hjá BBC, sum er uppkallað eftir heimsins størstu bilsending, Top Gear. Blaðið hevur eisini tilknýti til sendingina.

 

Tríggir bil-entusiastar og ein myndamaður frá Top Gear vóru á gátt hjá Halleluja-Sofusi, váttar hann fyri in.fo.

 

- Ja, teir hava verið her. Teir prátaðu við meg og onkran annan eisini. So hava teir annars bara verið og kekkað landið, hugt eftir hvat rørir seg innan fyri bilar her og kanna, hvussu bilparkin sær út, sigur Sofus Hansen.

 

Teir vildu hitta nøkur fólk, ið hugsaðu út av boksini.

 

- Teir vildu síggja bilarnar hjá mær og hoyra, hvar eg fekk hugskotini frá, tí teir leitaðu eftir regulerum bil-listafólkum, søgdu teir. Teir spurdu, hvar eg keypti allar deilirnar hjá mær frá, men eg segði so við teir, at eg keypti ongar deilir, men gjørdi alt sjálvur. Tað vóru teir ræðuliga imponeraðir av, tí tað eru so ræðuliga fáir, sum skapa sjálvir beinleiðis úr høvdinum í dag, sigur Haleluja-Sofus. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her