Toppdysturin verður á Svangaskarði

Í HB er stór kapping um plássini, og á Toftum kemur tað illa við, at spælskiparin er skaddur

Tað var tann tíð, tá ið B68 var millum tey bestu og kappaðist um heiðursmerki og europeiska luttøku.

 

Nú eru tað nógv ár síðani, at tað var soleiðis. Eftir trý umfør er B68 á triðja plássi. Seinnapartin verður toppliðið HB, sum hevur fulla úrtøku, gestur á Svangaskarði, og hetta er toppdysturin í fjórða umfari.

 

Í fyrsta umfari legði B68 rygg til 4-1 tap á útivølli ímóti B36. Síðani hevur B68 spælt javnt ímóti Skála og vunnið á útivølli ímóti NSÍ. Tað er kapping um plássini á liðnum hjá Øssuri Hansen, men tað kemur illa við, at Jann Ingi Petersen, sum er tann besti at skipa spælið, ikki er tøkur, tí hann er skaddur. Í vikuni bíðaðu teir framvegis eftir loyvunum hjá nýggja framrættaða spælaranum Samba.

 

Tveir B68 spælarar vóru við U-21 landsliðnum – Áki Johannesen og Steffan A. Løkin.

 

HB er á veg stutta teinin inn á Toftir við stórum sjálvsáliti. Kim Engstrøm og hansara menn hava fulla úrtøku eftir trý umfør. Teir hava vunnið 3-1 á Argjum og á heimavølli 5-1 ímóti NSÍ og grannauppgerðina ímóti B36 1-0.

 

Tróndur Jensen er langtíðarskaddur. Áki D. Samuelsen kom heim eftir fyrra U-21 landsdystin, tí hann var darvaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ivasamt um hann og Øssur M. Dalbúð, sum ikki vandi saman við hinum síðst í vikuni, eru tøkir. Hjá Øssuri er talan um vøddaskaða, og so er tað Teitur M. Gestsson, sum ikki fekk spælt við landsliðnum. Tað verður roknað við, at hann fer at verja HB málið.

 

Níggju HB spælarar hava verið burtur frá venjing, tí teir hava verið upptiknir á landsliðunum: Teitur Matras Gestsson, Heri H. Mohr, Daniel Johansen, Hørður H. Askham, Heðin Hansen, Adrian Justinussen, Stefan Radosavljevic, Hanus Sørensen og Bjarti Vitalis Mørk.