fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 19.08.2017 (21:30)

Toppliðini liggja væl á kósini

Eftir nítjunda umfar er tað alt, sum bendir á, at tað verða tvey lið, sum fara at flyta upp í bestu deildina, og at tað harvið vera tvey lið, sum fara at flyta niður úr bestu deildini.

 

Í dag vunnu AB og B68. Toppliðið AB vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, sum er á fjórða plássi, og B68 vann 2-0 á heimavølli ímóti KÍ.

Á Argjum varð einasta málið skorað, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Málskjútti var miðvallarin Bárður Olsen.

Heimasigurin á Svangaskarði hevði við sær, at B68 nú er næstfremst, og at tað nú eru fimm stig frá B68 og aftur til fjórða plássið, sum toftamenn skulu detta aftur á, um uppflytingin skal gleppa teimum av hondum.

Sveinur Justinussen legði B68 framum seks minuttir undan steðginum, og Otto Reinert Petersen staðfesti heimasigurin, tá ið tað restaðu tríggir minuttir, og KÍ legði nógv fyri í royndini at javna.

 

Í botninum var lyklauppgerð á Vágseiði millum Suðringar og B36, sum kappast fyri at sleppa undan níggjunda plássi. Úrslitið var 2-2, eftir at heimaliðið var frammanfyri, og B36 so javnaði og legði seg framum.

Ari Kroslá Poulsen legði heimaliðið framum, Gilli Samuelsen javnaði í fyrra hálvleiki. Hugin Samuelsen legði B36 framum, tá ið tað restaðu seks minuttir, og minuttin eftir javnaði Poul Ingason til 2-2.

 

Giza Hoyvík og HB spældu málleysan javnleik. Harvið er støðan óbroytt í kappingini um at sleppa undan níggjunda plássinum.

 

ÍF hevur framvegis einki stig vunnið. Í dag fóru fuglfirðingar fullmannaðir úr Runavík við 7-0 tapi. Veteranurin Christian Høgni Jacobsen skoraði trý mál, Bogi Løkin, Hans Marius Davidsen og Steffan Løkin hvør sítt og eitt var sjálvmál.

 

NSÍ-ÍF 7-0

B68-KÍ 2-0

Giza Hoyvík-HB 0-0

AB-Víkingur 1-0

Suðringar-B36 2-2

 

AB 43

B68 38

KÍ 36

NSÍ 33

Víkingur 31

HB 26

Giza Hoyvík 21

B36 20

Suðringar 20

ÍF 0

 

Tjúgunda umfar

Mikudagin 23. august

ÍF-KÍ

Víkingur-B68

NSÍ-Suðringar

HB-AB

B36-Giza Hoyvík

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her