Tordur Niclasen roykti hassj

Hóast tey fæstu høvdu gitt tað, so hevur Tordur Niclasen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin roynt at roykt hassj. Men bara einaferð.

 

Tað fortaldi hann sjálvur í sendingini »Meg minnist« hjá Jógvan Arge í útvarpinum.

 

Tordur Niclasen greiddi frá, at hann var niðri í Danmark í uppreistrartíðini í sekstiárunum, tá blomsturbørnini vóru í velmaktini.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið Tord Niclasen greiða frá teirri ferðini, hann roykti hassj.

 

Øll sendingin kann hoyrast VIÐ AT TRÝSTA HER