Tórfinn Smith deyður

Tað kom óvart, tá deyðsboð í gjárkvøldið brádliga bórust av Tórfinni Smith, fyrrverandi blaðstjóra og býráðslimi í Havn.

 

Tórfinn Smith, sum var 71 ára gamal, hevur búð í Vági seinastu árini, og hann doyði í heiminum í Vági.

 

Tórfinn Smith varð úr Havn, sonur Charles og Petru Smith. Charles var úr Vági, og Petra var úr Havn.

 

Tórfinn kom tíðliga at starvast á Sosialinum. Sum einans 22 ára gamal gjørdist hann blaðstjóri, tá báðir blaðstjórarnir, Villi Sørensen og Jákup Lindenskov brádliga máttu leggja frá sær, tí teir tóku við sum landsstýrismenn eftir at Petur Mohr Dam, løgmaður, var deyður. Fyri ta tíð arbeiddi Tórfinn á Posthúsinum.

 

Í fyrstu syftu var Tórfinn Smith blaðstjóri til 1972. Hann var tó framvegis á blaðnum og hevði blaðleiðsluna um hendi og var fyritaksstjóri. Hetta tíðarskeiðið var Vilhelm Johannesen blaðstjóri. Men tá Vilhelm Johannesen gjørdist landsstýrismaður í 1979 vóru aftur boð eftir Tórfinni Smith sum blaðstjóra umframt fyritaksstjórastarvið, og hesaferð var hann blaðstjóri í fimm ár.

 

Tað var undir leiðsluni hjá Tórfinn Smith, at Sosialurin fekk tað vit kunnu kalla eina professiónella redaktión við fleiri journalistum í starvi, at blaðhúsini á Argjum vóru keypt og prentsmiðjan – eitt tíðarskeið, har Sosialurin mentist nógv.

 

Í 1984 stillaði Tórfinn Smith upp til býráðsvalið í Havn fyri Javnaðarflokkin. Hann varð valdur, og hann sat í býráðnum í 18 ár fram til 2004.

 

Tórfinn Smith fór seinni í starv hjá Dimmalætting. Í seinnu helvt av nítiárunum starvaðist hann hjá Starvsmannafelagnum, og hann samskipaði útgávuna av Starvsblaðnum til í fjør.

 

Tórfinn Smith var kendur fyri sítt blídliga lyndi – og á Sosialinum minnast vit hann sum ein fittan, blíðan og góðan starvsfelaga.

 

Tórfinn hevði ætlað sær til Havnar at hátíðarhalda 90 ára dagin hjá Sosialinum í dag, tá hann brádliga doyði í gjár.

 

Friður veri við minninum um Tórfinn Smith.