Í gjár vitjaði sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, umborð á heimsins størsta fiskiskipi í Kollafirði. TJ-myndir.
Vilmund Jacobsen 04.12.2018 (22:10)
Eingin ov lítil og eingin ov stórur
Í gár kom heimsins størsta fiskiskip - Annelies Ilena - á Kollafjørð at landa. Teir høvdu umleið 3700 tons av frystum svartkjafti, sum fer umborð á frystifarmaskipið Green Guatemala. Henda møguleika læt sjómanstrúboðarin ikki fara afturvið borðinum.
Sjómanstrúboðarin er nevniliga óførur at vitja bæði báts-og skipsmanningar. Stundum er hann umborð á útróðrarbátum, og í gjár vitjaði hann umborð á heimsins størsta fiskiskipi.
- Annelies Ilena er ein uppsjóvartrolari, sum er bygdur í Noregi í ár 2000. Skipið er 144 metrar langt og 24 metrar breitt og hevur tveir motorar á 7000 KW. Frystiorkan er umleið 450 tons um samdøgrið, og skipið lastar umleið 7000 tons av frystum.
Tað skrivar sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Hann vísir á, at til samanberingar við Annelies Ilena kann nevnast, at Norðborg er 83.5 metrar long og 18,4 metrar breið. Hon frystir umleið 180 tons um samdøgrið og lastar umleið 1400 tons av frystum.
- Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð við ymiskum lesnaði og heilsaði upp á nakrar av manningini. Mathias, sum er skipari, sigur, at manningin telur 65 mans, og teir koma úr ymiskum londum, veit Torleif Johannesen at siga.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður tað |
|
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Glasir brúkar 800 litrar av olju – um dagin |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Firtin viðhaldsfólk savna pening til Pippi |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
DMI boðar frá ódn í nátt |
|
HB roynir nýggjan áleypara |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Her er munurin á kynsligum samleika og kynsligari sannføring |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|