Leita á in.fo

Torleif Waagstein var verkætlanarleiðari, tá Viðareiðistunnilin varð bygdur. Nú er verkætlanin við Hvalbiartunlinum fyri stavn.

Vilmund Jacobsen 15.03.2019 (19:39)

Torleif Waagstein leiðir tunnilsverkætlan

Maskinverkfrøðingurin, Torleif Waagstein, hevur starvast hjá Articon í eini 7-8 ár, og tað verður hann, sum verður verkætlanarleiðari, nú farið verður undir tunnilsverkætlanina millum Hvalba og Trongisvág. Tá sáttmálin millum Articon og Landsverk varð undirskrivaður hósmorgunin, var Torleif Waagstein eisini við til løtuna.

 

Hann var eisini verkætlanarleiðari, tá Articon bygdi Viðareiðistunnilin, og sigur, at Hvalbiartunnilin verður einar 500 metrar longri enn Viðareiðistunnilin. Tað tók 10 mánaðir at bora Viðareiðistunnilin, og alt arbeiðið tilsamans tók umleið 23 mánaðir.

 

Torleif Waagstein vísir á, at tá Viðareiðistunnilin varð bygdur, var hann har norðuri einar tríggjar dagar um vikuna, og nú farið verður í holt við Hvalbiartunnilin, verður hann eisini javnan har suðuri, tí sum verkætlanarleiðari kanst tú ikki bara sita á skrivstovuni, tó at góðir arbeiðsformenn eru at skipa dagliga arbeiði, leggur hann brosandi aftrat.

 

Eins og tá Viðareiðistunnilin varð bygdur, og neyðugt varð at flyta stórar maskinur við skipi, verður eisini neyðugt at flyta tær stóru maskinurnar til Hvalbiar við skipi. Hetta er í sær sjálvum ein avbjóðing, sigur verkætlanarleiðarin, sum leggur aftrat, at alt letur seg gera við góðari fyriskiping og góðum vilja.

 

Longdin á Hvalbiartunlinum verður 2,5 kilometrar. Haraftrat skal tilkoyringarvegur gerast Trongisvágsmegin á 0,9 kilometrar – og Hvalbiarmegin á 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin verður sambært verklagslógini 272 miljónir krónur, og umframt arbeiðstakaraútreiðslur, fevnir samlaða játtanin eisini um eitt nú projektering, verkætlanarleiðslu, ráðgeving, eftirlit og el-arbeiðstøku.

 

Torleif Waagstein sigur, at tá sjálvt arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin er komið í gongd, fara tvey borilið at arbeiða 10 tímar hvørt um samdøgnið. Borað verður Hvalbiarmegin og móti Trongisvági, og roknast kann við, at einir 15 metrar kunnu borast og spreingjast á tveimum vaktum, tá tað gongur allar best.

 

Verkætlanarleiðarin vísir á, at hvør boring er fimm metrar, men tað verður ikki hvørt samdøgur, at skotið verður tríggjar ferðir, tí tað er ov bjartskygt, at rokna við hesum. Miðaltalið av metrum fyri hvørt samdøgur, ið arbeitt verður í Hvalbiartunlinum verður ikki so stórt.

 

Hann væntar, at einir 30-50 mans verða knýttir at byggingini av Hvalbiartunlinum, og væntandi er, at liðini verða nøkulunda tey somu, sum bygdu Viðareiðistunnilin, og síðan verður vónað, at onkrir lokalir eisini verða við til at fremja verkætlanina.

 

Torleif Waagstein leggur dent á, at helvtin av arbeiðnum snýr seg um at leggja til rættis, og stórur dentur verður lagdur á trygdina. Tíverri hendi eitt óhapp, tá Viðareiðistunnilin varð bygdur, har ein maskina koyrdi á fótin á einum manni.

 

- Tað er greitt, at alt fer at verða gjørt fyri, at trygdin undir øllum arbeiðnum verður í hásæti, sigur verkætlanarleiðarin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her