Eitt væl upplagt “Kórið Eystanljóð” úr Eysturkommunu undir leiðslu av Leif Hansen hevði eina deiliga matiné í Christianskirkjuni í morgun, har um 60 fólk møttu upp at lýða á
Sungnir vóru góðir kendir sangir sum Várlongsul, Nú rennur sóli fríð, Á Grækarismessu, Silvurkanna, Lækjan, Kvøldartankar, Sig mær hví er foldin og fleiri aðrar góðir, sum kórið sang hegnisliga væl – við góðum klangi og væl samansungið.
Kórið framførir vanliga bæði siðbundnan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt.
Kórið hevur verið virkið síðani 1987, og telur umleið 30 sangarar – og er núverandi kórleiðari, sum sagt, Leif Hansen.
Christianskirkjan bjóðaði til kaffihugni í kirkjukjallaranum aftaná, har prátið gekk lystiliga.