Torrarenningin var heilsurenning

Ein táttur á Torradøgunum er Torrarenningin, sum Treysti skipar fyri. Byrjað varð beint niðan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, har eisini málið var.

 

Áðrenn renningina verður hitað upp. Men áðrenn tað varð hesaferð hildin tøgn í ein minut at minnast Kristian í Lambanum (Gissa) ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Gøtu, sum hevur verið ein hollur rennari eisini hjá Treysti. Gissa andaðist í heiminum týsdagin 20. februar, 63 ára gamal.

 

Eftir renningina fara allir rennarnir vanliga niðan í Heilsukaféina at fáa okkurt svaland og okkurt sunt at gnaga afturvið. Ja, rennarnir eru ein partur av Heilsukaféini, og fer vanliga einki í gongd á Heilsukaféini, fyrr enn allir rennarnir eru komnir

 

Talan var um heilsurenning, og tí var ikki neyðugt við tilmelding. Øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga.

 

Runnið ella gingið varð heimeftir gjøgnum býin til Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamri, ella har, ein var staddur eftir 15 min.

 

Og síðani vent aftur móti Sjúkrahúsinum, har málið var.