Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.07.2016 (10:21)

Tórur Mortensen skelkar norðurlendska lop-ítróttin

Føroyska landsliðið í frælsum ítrótti er í løtuni í Gøteborg og kappast í VU Spelen. Væl hevur hilnast, millum annað eydnaðist tað Elini Niclasen fríggjadagin at vinna silvur í spjótkasti fyri gentur 13 ár. Spjótið fleyg 34,07 metrar úr hond hennara.

 

Í gjár tók ein føroyingur tó allan norðurlendska frælsa ítróttarheimin á bóli. Tórur Mortensen vann í gjár kappingina í trístøkk við einum lopi á heilar 14,94 metrar, sum er nýtt føroyskt met og longsta lopið í danska ríkinum í ár og næst longsta lopið í Norðurlondum.

 

Tað sá tó einki serligt út at byrja við. Eftir fimm umfør av dagsins kapping í trístøkki lá Tórur Mortensen nummar sjey við einum lopi á 13,98 metrar.

 

Sum so mangan áður vísti Tórur Mortensen tó, at hann er bestur, tá harðast leikar á. Í avgerandi royndini skelkaði hann allan norðurlendska lop-heimin við einum dundurlopi á heilar 14,94 m. Eitt klárt vinnaralop, sum eingin kundi gera nakað við. Sostatt vann hann sterku kappingina VU Spelen.

 

Eitt dygt føroyskt met gjørdist hetta eisini. Heilar 60 sentimetrar legði hann afturat metinum, sum Øssur Debess Eiriksfoss setti, tá hann vann silvur á oyggjaleikunum á Bermuda.

 

Sum sagt er hetta lop, sum lopáhugað í norðurlondum fara at bíta merki í. Hetta lopið er longri enn nakar dani hevur lopið í ár. Og hetta er ein hálvan metur longri, enn tá Tórur Mortensen vann Danmarksmeistaraheitið í vetur. Taka vit so norðurlendsk U20 úrslit, so er bert ein 19 ára gamal finni, sum hevur lopið longur. Tórur Mortensen er enn ikki fyltur 18.

 

Sigast má, at tað gongur við rúkandi ferð hjá Tóri Mortensen. Hann hevur í rundum tølum lagt ein metur afturat hvørt árið síðani 2012, og einki bendir á, at hetta støðgar í 2017. Í fjør summar varð hann úttikin til sínar fyrstu oyggjaleikir. Her kom hann í finaluna, men ein lítil skaði forðaði honum tá í at leypa upp til sítt besta.

 

Síðani tá hevur hann vunnið silvur til bæði DM og íslandsmeistarakappingina fyri vaksin, hóast hann bara var 17 ár tá. So vann hann DM innandura fyri vaksin í vetur, og gjørdist tá fyrsti føroyingur, sum vann eina DM-einstaklingakapping í frælsum ítrótti. Og nú gjørdist hann so næsti føroyingur, sum vann eina kapping í VU Spelen.

 

Í kykmyndini omanfyri sæst metlopið hjá Tóri Mortensen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her