fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.01.2017 (13:35)

Tórur var eygnavitni til stríðið um Kobane

Brot úr Sosialinum í dag. Keyp blaðið í handlunum kring landið nú seinnapartin. 

 

 

- Tá man stendur andlit til andlit við slíkan óndskap, er trupult at skilja, hvussu fólk kunnu koma til ta niðurstøðu, at tað at liva fyri Gudi er at gera so ónd ting. Eg skilji so ikki, hvat gott kann koma burturúr slíkum óndskapi. Tað sigur Tórur Feilberg Zachariasen, ið seinastu tvey árini hevur virkað sum trúboðari í Miðeystri og Norðurafrika, um sýriska borgarakríggið og Islamska Statin.


Bardagin um Kobane er eitt av kendastu einstaku stríðnum í bardaganum hjá vesturheiminum móti  yvirgangsfelagsskapinum Islamska Statinum í Sýria og Irak.

Eftir at hava hertikið stór landaøkir í Irak og Sýria, legði islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin 13. september 2014 á býin Kobane í Norðursýria. Í fleiri mánaðir stríddust kurdiskar herdeildir móti eirindaleysa yvirgangsfelagsskapinum, meðan heimsins eygu vórðu vend móti býnum, ið lá eitt steinkast frá turkiska markinum.

Meðan umheimurin helt ondini og fylgdi við stríðnum í býnum, har kurdar, við stuðli frá vesturheiminum, bardust við islamska yvirgangsfelagsskapin, flýddu so gott sum allir íbúgvarnir í Kobane tvørturum markið til Turkalands.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her