fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (23:33)

Toskur fór fyri 24 krónur fyri kilo

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 61 tons av fiski, harav meginparturin var toskur og hýsa.

 

Dýrasti toskafiskurin - toskur 1 - fór fyri miðalprísin 24,03 krónur fyri kilo, og toskur 2 fór fyri 22,56. Størstu nøgdirnar vóru toskur 3, sum fekk miðalprísin 19,98 krónur fyri kilo.

 

Besta hýsan - hýsa 1 - fór fyri miðalprísin 17,91, og hýsa 2, sum mest var av, fór fyri miðalprísin 17,49 krónur fyri kilo. Vit kunnu eisini nevna, at hýsa 3 fór fyri miðalprísin 15,24.

 

Nakað varð eisini selt av brosmu, longu og kalva, og her vóru bestu miðalprísirnir ávikavist 8, 18,53 og 51 krónur fyri kilo.

 

At enda vóru trý tons av svartkalva, og her lá miðalprísurin um góðar 31 krónur fyri kilo.

 

Tey stívliga 61 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni í morgun, fóru fyri tilsamans 1,2 miljónir krónur, sum gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 19,56 krónur fyri kilo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her