Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 12.08.2017 (22:40)

Toto savnaði fólkið

Tað er eingin loyna at Toto er høvuðsnavnið á Summar Festivalinum í ár og hava fólk verið spent upp á konsertina líka síðan tað bleiv kunngjørt at Toto kom til Klaksvíkar at framføra.

 

 

 

Veðri í Klaksvík skikkar sær avbera væl hesa løtuna, stemningurin er góður og hópin av fólkið eru samlaði á Vágsbøi, nú meðan Toto framførir.

 

 

- Føroyar er vakrasta stað á jørð, segði Guitarspælarin Steve Lukather við fjøldina 

 

 

Summarfestivalurin skrivar soleiðis um bólkin:

 

 

 

- Sum aðrir av legendarisku rockbólkunum hevur Toto verið ígjøgnum nógv síðani byrjanina. Teir hava skift tónleikarar og havt onkran steðg, men bólkurin hevur yvirlivað øll tíðarrák og allar kreppur og er framvegis virkin og í sera góðum formi. Toto er kent fyri at spæla framúr væl live, og soleiðis er tað framvegis. Tí skulu føroyingar rokna við einari konsert við bólki í toppformi, sum kann spæla ein rockklassikara fyri og annan.

 

 

Sí fleiri myndir her: 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her