Toyota trokað seg á fremsta pláss

Higartil í ár eru seldir 161 bilar av merkinum Toyota. Og tað merkir, at japanska bilmerki nú aftur er á odda í bilasøluni í Føroyum.

 

Tað var annars Volkswagen, sum fyri bara einum mánaði síðani lá klárt á odda í kappingini um mest selda bilin. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru seldir ikki færri enn 121 Volkswagen bilar, meðan tað »bara« vóru seldir 98 Toyotabilar.

 

Men nú er vent í holuni, tí at bara seinasta mánaðin eru skrásettir ikki færri enn 63 Toyotabilar, meðan »bara« 34 Volkswagen bilar eru skrásettir sama tíðarskeið.

 

Av somu orsøk liggur Toyota nú aftur á odda sum mest seldi bilur í Føroyum við 161 bilum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, í mun til 155 Volkswagen sama tíðarskeið.

 

Her er listin yvir 10 tey mest seldu bilasløgini í higartil í ár:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

161

VOLKSWAGEN

155

RENAULT

114

FORD

106

NISSAN

87

KIA

76

VOLVO

76

CITROEN

61

SUZUKI

60

MITSUBISHI

58

 

 

Her er listin yvir 10 tey mest seldu bilasløgini í mai mánaði:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

63

VOLKSWAGEN

34

FORD

30

RENAULT

29

NISSAN

25

SUZUKI

25

KIA

22

MITSUBISHI

22

CITROEN

19

VOLVO

18