Toyota Yaris 2017

Hóast nýggi Toyota Yaris ikki er so nógv broyttur at síggja til, er talan um ein dagførdan bil sum er bæði tryggari og økonomiskari enn  forgangarin.

 

Nýtt design, betri koyrieginleikar, motorar ið koyra longri upp á liturin og ein umfatandi trygdarpakki sum standard, eru bert nakrar av nýggjheitunum við nýggja Toyota Yaris, ið  fæst sum bensin, diesel ella hybrid.

 

Sum standard er Yaris nú Toyota Safety Sense, ið er ein kombinatión av aktivari trygdartøkni, sum minkar um vandan fyri at bilurin verður íblandaður ferðsluóhapp og vanlukkur, eins og skipanin økir um trygdina hjá øllum í ferðsluni.

 

Skipanin heldur t.d. frástøðu til bilin framman fyri og bremsar sjálv um tað er neyðugt, eins og hon rættar bilin upp aftur, um hann fer av kós. Eisini ansar skipanin eftir fótgangarunum í ferðsluni.

 

Ein nýggjheit er t.d. 1.5-litra bensinmotorurin við 111 hk og koyrir 22 km/l við blandaðari koyring.

 

Framman er designið nakað broytt, men aftan er ein størri designbroyting við t.d størri baklyktum í nýggjum Toyota stíli. Nýggi Yaris kann síggjast og roynast hjá Reyni Service.

 

 Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/