Triði dysturin á rað Adrian ikki skorar fyri Hillerød

Hillerød misti sigurin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød tóku í kvøld móti HB Køge í heimadysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hóast Hillerød hevði átta málroyndir innanfyri málrammurnar, og HB Køge bert tvær, so endaði dysturin við javnleiki 1-1.

 

Føroyavinurin, Sebastian Pingel legði Hillerød á odda 1-0 við einum brotssparki tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Men leiðslan helt ikki hjá Hillerød, tí langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Saman Jalaei fyri HB Køge, og so máttu Adrian og liðfelagarnir taka til takkar við einum javnleiki.

 

Hetta er triði dysturin á rað, at Adrian ikki skorar fyri Hillerød. Fyrstu fimm dystirnar skoraði Adrian sjey mál.

 

Hillerød er oddalið í niðara endaspælinum við 35 stigum. Hillerød er trý stig frammanfyri AC Horsens og B93, ið hava 32 stig hvør.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti Næstved á heimavølli.