Tríggir blóðgevar heiðraðir og nevndin afturvald

Formaður í Felagnum Blóðgevi er Claus Reistrup. Joan Petersen er næstforkvinna, og Øssur S. Egholm kassameistari. Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevmdarlimir.

Mikudagin 10. apríl 2024 hevði Felagið Blóðgevi aðalfund. Á aðalfundinum fingu tríggir blóðgevar gávu frá Felagnum Blóðgeva, tí teir høvdu latið blóð 75 ferðir. Teir tríggir eru: Tóri Nattestad, Kristian Dahl og Johan Poulsen. Felagið fer við hesum at takka teimum trimum fyri teirra trúfesti sum blóðgevar.

Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, og vóru teir afturvaldir. Aftan á aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis. Formaður gjørdist Claus Reistrup. Joan Petersen gjørdist næstforkvinna, og Øssur S. Egholm kassameistari. Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevmdarlimir.

Á myndini síggjast frá vinstru hesi: Joan Petersen, næstforkvinna í felagnum. Síðani Tóri Nattestad, Johan Poulsen og Kristian Dahl. Hesir tríggir fingu gávu frá Felagnum Blóðgeva. Til høgru stendur Claus Reistrup, formaður í felagnum.