Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 18.06.2017 (21:55)

Tríggjar høvuðsorsøkir til at fólk verða skild

Tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at fólk velja hjúnaskilnað. Tað greiðir Jógvan Zachriassen, pastorur í Lívdini, frá í samrøðu við Sosialin. 

 

 

Fyrsta orsøkin er trupulleikin við óviðgjørdari fortíð. Tað er tá fólk finna saman í parlagi uttan at hava arbeitt við sær sjálvum, og taka við sær “skrellið” frá fortíðini, greiðir Jógvan Zachariassen frá.

 

 

– Skrellið, sum ein hevur við í eitt forhold, kann vera heilt frá barnaárunum. Tá eitt menniskja hevur so nógv óviðgjørt frá fortíðini, so leiðir tað ofta til, at viðkomandi ikki vil lata seg upp kensluliga fyri maka sínum. Tað er ofta ein trupulleiki, tá annar hjúnafelagin ikki sleppur tætt inn at hinum kensluliga. Makin verður frustreraður og orkar til endans ikki meir, sigur Jógvan Zachariassen.

 

 

Onnur orsøkin til, at pør fara hvør til sítt, sigur Jógvan Zachariassen vera, at tey ikki halga seg til hjúnabandið ella parlagið. Hjúnabandið er livandi og kann samanberast við ein urtagarð, sum krevur arbeiði fyri at verða vakur.

 

 

– Pør hava ofta órelistiskar væntanir um, at forholdið verð­ ur gott, tí tey eru góð hvørt við annað. Tá er grundgevingin fyri skilnað ofta hon, at parið er vaksið frá hvørjum øðrum. Tað er ofta, tí tey hava forsømt hvørt annað í teimum smáu tingunum í gerandisdegnum, sigur hann. 

 

 

Triðja orsøkin til hjúnaskilnað er ótrúskapur. Tá annar hevur verið ótrúgvur er tað ógvuliga trupult at bjarga hjúnabandinum, greiðir hann frá.

 

 

– Ótrúskapur kemur ikki knappliga, men er ein long prosess av kensluligum deyða, og grundin til, at ótrúskapur er nummar trý á listanum er, at hann er eitt úrslit av nummar eitt og tvey, sigur hann.

 

 

Til ber at lesa alla greinina - sum er partur av tema um hjúnaskilnað - í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her