Trivalig bót fyri at koyra í frádømingartíð

Tveir bilførarar vórðu tiknir í einari ferðslukanning hjá løgregluni gjáramorgunin.

Gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Eysturoy, og her fingu tveir bilførar bót, harav onnur bótin helst verður trivalið.

 

- Ein bilførari koyrdi við handhildnari fartelefon, sum viðkomandi fær bót fyri, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Uppaftur verri gekk hjá einum øðrum bilførara, sum ikki hevði førararætt, men sum koyrdi kortini og varð steðgaður av løgregluni.

 

Hesin verður skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíð, og sambært løgregluni gevur hetta eina trivaliga stóra bót - alt eftir inntøkuni.