Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 11.09.2017 (18:55)

Trøllapætur heintar fløskur: Peningurin er til børn í Liberia

Seinastu tíðina hevur Finn á Hædd Stampe, ella Trøllapætur, sum hann av og á verður nevndur, gingið túrar í Klaksvík við tí endamáli at savna saman rusk og annað, sum hann finnur á vegnum. Millum ruskið, sum hann hevur savnað, hevur hann eisini funnið nógvar fløskur. 

 

 

Hann helt, at onkur annar hevur størri tørv á pengunum enn hann, og tí spurdi hann á Facebook, hvar peningurin, sum hann fekk fyri fløkurnar skuldi latast. Hann fekk fyrispurning frá Hildu Viderø, um at lata peningin, sum hann fær fyri at avreiða fløskurar til hjálparfelagsskapin ABC Barnahjálp.

 

 

- Eg setti tá tær 168 krónurnar, sum eg hevði inn á konto hjá ABC Barnahjálp, og av tí at eg havi tosað um tað á sosialu miðlunum, byrjðu fólk at seta seg í samband við meg og bjóða mær fløskur. Onkur kom við fimm og onkur annar við 30 krónum, sigur hann.

 

 

- Síðani ringdi ein kenningur og bað meg hjálpa sær at rudda kjallaran, og eg skuldi fáa allar fløskurnar, ið eg fann har afturfyri. Har vóru á leið 900 fløskur, og tí bleiv tað umleið 5000 krónur tilsamans, sum eg avreiddi í dag, og sum eg síðani gav barnahjálpini, sigur hann. 

 

 

- Um eg soleiðis fái stuðla Hildu Viderø í at byggja smáar smáttur til gentur í Liberia, so vil eg fegin gera tað. Eg ætli at halda áfram, og um fólk tíma at brúka tíð uppá at geva mær fløskur, so vil eg fegin tað. Eg vil eisini gjarna heinta tær, um tað er í Klaksvík, sigur hann. Eg geri tað, tí eg mangli onki, og eg vil hjálpa um eg kann, sigur hann.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her