Trump ætlar at uppsiga avdubbingaravtalu við Russland

Russland brýtur treytinar í avdubbingaravtalu frá 1987, heldur Trump, sum nú setur avtaluna úr gildi

Russland brýtur treytinar í avdubbingaravtalu frá 1987, heldur Trump, sum nú setur avtaluna úr gildi.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at taka land sítt úr avdubbingaravtaluni INF við Russland.

 

Tað sigur hann á tíðindafundi eftir ein veljarafund í Elko, Nevada, í gjár.

 

Forsetin heldur uppá, at Russland brýtur treytirnar í avtaluni. Men hann segði ikki, hvussu tað skuldi vera hent.

 

– Vit uppsiga avtaluna, og so vilja vit menna vápnini, sigur Trump og leggur afturat, at tað fer at henda, um Russland og Kina ikki ganga við til at gera eina nýggja avtalu.

 

INF-avtalan varð gjørt í 1987 av táverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reagan, og sovjetiska leiðaranuk, Mikhail Gorbatjov.

 

Avtalan banna Russlandi og USA at seta upp millumdistansumissil. Avtalan treytaði eisini, at 572 euromissil og sovjetisk millumdisantsumissil skuldi skrottast. Tað var tann fyrsta avtalan, um tók burtur ein heilan vápnaflokk frá vápnagoymslunum hjá stórveldunum.

 

Avtalan varð hildin at vera eitt stórt stig ímóti eini normalisering millum eystur og vestur ímóti endanum av kalda krígnum.

 

 

Nú fer trygdarráðgevin hjá Donaldi Trump á rundferð í Russlandi, Aserbaidjan, Armeina og Georgia.

 

/ritzau/AP