Trump: Norðurkorea framvegis ein serlig hóttan

Hóast tiðnað samband millum USA og Norðurkorea er avbyrgda stýrið framvegis ein stór hóttan mótvegis USA.

 

Tað legði Donald Trump, forseti, dent á í gjár, tá hann skriva undir eina fyriskipan, sum leingir fleiri tiltøk ímóti stýrinum í Norðurkorea.

 

Fráboðanin frá forsetanum var væntandi, men kom bert níggju degar eftir, at hann skrivaði soleiðis á Twitter:

 

– Tað er ikki longur ein kjarnorkuhóttan frá Norðurkorea.

 

Tweetið varð skrivað beint eftir at Donald Trump og norðurkoreiski leiðiarin, Kim Jong-un høvdu havt søguliga toppfundin í Singapore.

 

Í nýggju fráboðanini verður nevnt »tilveran og hóttanin fyri útbreiðslu av fissilum evnum til vápnaframleiðslu«.

 

Samstundis verður víst á, at norðurkoreiska stjórin »framvegis er ein óvanlig og serlig hóttan ímóti trygdini hjá USA, uttanríkispolitikki og búskapi.«

 

Tjóðartilbúgvingin mótvegis Norðurkorea varð sett á stovn í 2008.

 

Hon hevur síðani verið symbol upp á spentu støðuna millum tey bæði londini, sum kom í hæddina í fjør.

 

Tað hendi, tá Norðurkorea boðaði frá, at stýrið var ført fyri at røkka amerikanska meginlandið við ballistiskum rakettum eftir fleiri royndarspreingingar.

 

Men orðakríggj og provokatiónir vórðu síðani broyttar til diplomatiskt og nærmast vinarligt orðaskifti millum landsins leiðarar. Og á fundi í Singapore 12. juni lovaði Kim Jong-un, at Norðurkorea vil virka fyri eini kjarnorkufríari koreiskari hálvoyggj.

 

Enn vantar tó ein avtala millu tey bæði londini um treytirnar fyri av avdubbing.

 

Donald Trump vildi á fundi hósdagin vera við, at avdubbingin longu er byrjað.

 

Tað hendi, sjálvt um verjumálaráðharrin, Jum Mattis, dagin fyri hevði sagt, at Norðurkorea eftir øllum at døma ikki hevði tikið nøkur stig ímóti avdubbing.

 

/ritzau/AP