Trump sleppur ikki at nokta kvinnum fría fyribyrging

Ein dómari í Philadelphia hevur kolldømt ætlanirnar hjá Donald Trump um at avmarka fyribyrging til kvinnur

Ein dómari í statinum Philadelphia hevur blokkerað eitt uppskot frá forsetanum í USA, Donald Trump, sum vil loyva virkjum at sleppa undan at gjalda fyribyrging hjá kvinnuligum starvsfólkum.

 

Tað skrivar tíðindastovan AP.

 

Amerikansk virki hava havt skyldu til at gjalda fyri fyribyrging hjá kvinnuligum starvsfólkum gjøgnum heilsuskipanir síðani 2010. Tað hevur tó verið møguligt at sleppa undan kravinum av átrúnaðarligum orsøkum.

 

Donald Trump boðaði longu í valstríðnum frá, at skipanin skuldi broytast.

 

Í oktober í 2017 setti hann fram alment eitt lógaruppskot um, at virki eisini kundu siga nei av moralskum orsøkum.

 

Síðani er málið viðgjørt í rættarskipanini í fleiri statum.

 

Avgerðin í Philadelphia í dag snýr seg um, at uppskotið hjá Trump fer at geva statunum øktar útreiðslur.

 

Tað snýr seg bæði um fyribyrging og kostnaðin í sambandi við óynsktar barnsburðir.

 

Josh Shapiro, statsadvokatur í Philadelphia, kallar avgerðina ein sigur fyri heilsuna hjá kvinnum og búskaparligum frælsi.

 

Avgerðin er í tráð við líkandi avgerðir í Kalifornia í gjár, sum tó bert fevndi um 13 statir í USA.

 

Avgerðin í Philadelphia snýr seg um alt landið.

 

Stjórnin hjá Donald Trump hevur grundgivið við, at uppskotið verjir ein minni bólk av átrúnaðarligum og moralskum mótstøðufólki í at verða tvungin til nakað, sum stríðir ímóti trúgv teirra.

 

Rætturin til ókeypis fyribyrging var ein partur av heilsunýskipanini Obamacare. Hon kom í gildi í 2010, og tað var undanmaður Trumps, Barack Obama, sum setti hana í verk.

 

/ritzau/