fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 16.07.2017 (19:07)

Trump tann minst umtókti forsetin

Donald Trump hevur søguliga lágan stuðul í amerikanska fólkinum, nú hann hevur sitið í eitt hálvt ár sum forseti. Tað vísir ein kanning, sum ABC News og Washington Post hava gjørt. 

 

 

Bert 36 prosent halda Trump er góður forseti, meðan 58 prosent av teimum, sum hava svarða siga, at tey ikki eru nøgd við forsetan, sum byrjaði sína setu 20. januar í ár.

 

Tað eru ringasta skotsmálini ein forseti hevur fingið í 70 ár, skriva teir báðir amerikansku miðlarnir, sum hava tosað við 1000 amerikanarar. 

 

Aðrar kanningar liggja umleið sama stað. Seinastu fimm kanningarnar frá ymiskum stovnum vísa, at ónøgdin liggur á 57 ella 58 prosentum av fólkinum. 

 

Áðrenn Trump hevur eingin amerikanskur forseti ligið undir 40 prosent í stuðli. Tann ivasama heiður áðrenn Trump átti Gerald Ford. 

 

Í hinum endanum er Harry S. Truman, sum eftir seks mánaðum hevði stuðul frá heili 82 prosent av amerikanarunum. Nýggja kanningin vísir, at fleiri amerikanarar halda, at Russland ávirkaði forsetavalið, og at russarar fingu hjálp frá ávísum fólkum í toyminum hjá Trump.

 

/ritzau/