Trump vil leggja sak

Kvinnurnar, sum hava ákært Trump fyri seksuellan ágang, kunnu vænta sær sakarmál.

Donald Trump vil leggja sak móti kvinnunum, sum seinastu vikurnar hava ført fram ákærur um, at hann skal hava sýnt seksuellan óhóskandi atburð móti teimum.

 

-Allir lygnararnir kunnu vænta eina sak, tá ið valið er farið framvið, sigur Trump sambært útlendskum miðlum.

 

Seinastu vikurnar hava áleið 10 kvinnur alment greitt frá, at Trump hevur framt óhóskandi atburð móti teimum.

 

Teirra útsagnir koma í kjalavørrinum av einari gamlari upptøku, har Trump reypar sær av, at hann kann gera sum honum lystir við kvinnum.

 

- Hesar hendingarnar eru ongantíð farnar fram, segði Trump leygardagin sum aftursvar.

 

Samstundis sigur Trump enn einaferð, at valdysturin er órættvísur, og at miðlarnir eru orsøk til, at hann er fallin í veljarakanningunum.

 

 

Kelda: DR