Leita á in.fo

Danjal av Rana 31.10.2017 (15:09)

Trý føroysk nøvn kunnu vinna

Í annaðkvøld verður Norðurlendska Mentanaheiðurslønin 2017 latin.

 

Trý føroysk nøvn eru í uppskoti til at vinna Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Fyri bókmentir er Sissal Kampmann tilnevnd fyri yrkingasavnið Sunnudagsland.

 

Fyri barna- og ungdómsbókmentir er Rakel Helmsdal tilnevnd fyri bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum.

 

Í bólkinum fyri tónlist er bólkurin Yggdrasil í uppskotið. Bólkurin varð stovnaður í 1981 og hevur givið 15 plátur og fløgur út.

 

Les eisini Tilnevndingin er ein stór viðurkenning

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja tey, sum eru tilnenvd í bólkinum barna- og ungdómsbókmentir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her