Leita á in.fo

Sjóverjutyrlan fann tey bæði deyðu fólkini í sjónum (Mynd: Sermitsiaq)

Eyðun Klakstein 17.06.2017 (19:09)

Trý fólk doyðu í vanlukku í Grønlandi

Í gjár doyðu trý fólk í einari vanlukku norðanfyri Ilulissat í vesturgrønlandi.

Tveir mans, ein kvinna og ein 13 ára gamal drongur vóru í einari jollu, sum sigldi á eitt sker, og tey trý vaksnu fólkini duttu á sjógv.

Drongurin fekk umvegis VHF boðað frá tilburðinum, og tá hjálp kom á staðið, var bert drongurin at finna á lívi.

Eftir eina leiting í nánd av jolluni vóru ein maður og ein kvinna funnin í gjárkvøldið, og tey vóru bæði deyð.

Ein maður er framvegis saknaður. Í dag steðgaði leitingin, og roknað verður við, at saknaði maðurin eisini er deyður.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her