Trý garnaskip landa í næstu viku

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

Øll partrolarapørini uttan eitt eru til fiskiskap í løtuni.

 

- Fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Skipini fáa ikki nógv av hvítfiski, men tey fáa nakað av hvítingi.

 

Meginparturin av veiðini hjá partrolarunum er upsi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at nøkur pør koma inn at landa í næstu viku.

 

Ein frystitrolari er til fiskiskap, og teir fiska svartkalva.

 

- Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

 

Væntandi fer onkur djúpvatnstrolari aftrat út í næstum.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.