Trý grundstykki skulu gerast byggibúgvin

Talan er um tvey vanlig grundstykki, sum skulu gravast út og planerast - og so eitt størri grundstykki til íbúðarbygging.

Í dag hevur Fuglafjarðar kommuna undirskrivað sáttmála við P/F Voyt. Arbeiðið snýr seg um at gera trý grundstykki í Fuglafirði byggibúgvin.

 

Tað vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga í dag.

 

Talan er um tvey vanlig grundstykki, sum skulu gravast út og planerast. Annað er í Rossagerði og hitt við Hornavegin í Fuglafirði. 

 

Sum skilst, eru hesi bæði grundstykkini avbjóðandi, men áhugi er fyri teimum, og tey verða seld, tá tey eru planerað og gjørd byggibúgvin. 

 

Triðja grundstykkið, sum P/F Voyt skal gera byggibúgvið fyri Fuglafjarðar kommunu, liggur við Garðaveg.

 

Her er ætlanin at byggja seks íbúðir, sum verða millum 90 og 100 fermetrar til støddar, og tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær seldar.

 

##med2##