Trý skotin til deyða í Utrecht í Hollandi

Ein 37 ára gamal maður úr Turkalandi verður jagstraður eftir skotálop í einum sporvogni í hollendska býnum Utrecht, upplýsir løgreglan á stðanum.

 

Trý fólk eru deyð, og nýggju fólk eru særd eftir skottilburð í einum sporvogni í hollendska býnum Utrecht.

 

Tað sigur Jan van Zanen, borgarstjóri í býnum. Hann leggur afturat, at eitt »yvirvangsmotiv« er mest sannlíka frágreiðingin upp á álopið.

 

– Enn kunnu vit bert vátta, at trý eru deyð og níggju eru særd – og hjá trimum teirra er støðan kritisk, sigur borgarstjórin.

 

Álopið varð framt í morgun klokkan 10:45 í útjaðaranum av miðbýnum í Utrecht. Her vórðu latin skot av í einum sporvogni. Tað er tó óvist, hvat ítøkiliga hendi, og hvussu nógvir álopsmenn vóru.

 

Ein sum verður hildin at vera gerningsmaður er flýddur av staðnum, og ein umfatandi politijagstran er í løtuni í býnum. Myndugleikarnir mæla skúlum til at læsa dyrnar.

 

Politiið upplýsir á Twitter, at ein 37 ára gamal turkiskur maður verður jagstraður. Myndir av manninum eru almannakunngjørdar.

 

– Vendið tykkum ikki til hansara, leggur løgreglan afturat á Twitter.

 

Hollendski forsætisráðharrin hevur havt tíðindafund um álopið.

 

– Land okkara er rakt av einum álopi í Utrecht, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri, og leggur afturat, at eitt »yvirgangmotiv ikki er útilokað«.

 

– Um tað er eitt yvirgangsálop, so hava vit bert eitt svar. Land okkara, fólkaræði okkara skal vera sterkari enn fanatisma og harðskapur, sigur hann.

 

Hollendska hernaðarløgreglan boðar frá, at trygdin við flogvallir og aðrar lyklabygningar í Hollandi er økt, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Danska Uttanríkisráðið mælir til varsemi.

 

– Um tú ertí Utrecht, eigur tú at halda teg burtur frá 24. oktober-plássinum og at gera so, sum myndugleikarnir mæla til, verður sagt.

 

24. oktober-plássið er høvuðsstøðin hjá sporvognunum.

 

Utrecht er góðar 50 km úr Amsterdam.

 

/ritzau/Reuters