Tryggingin dekkar alt sum er fast

– Í stuttum kann sigast, at tryggingin dekkar alt tað, sum stormurin ger skaða á. Men so eru nøkur undantøk, sum eitt nú leysir lutir, so sum ein trampolin ella ein skrellispann.

 

Tað sigur Heðin D. Poulsen, deildarstjóri fyri skaðaøkið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Um stormurin fellir eitt træ í urtagarðinum, so fevnir tryggingin ikki um sjálvt træið. Tú fært altso einki endurgjald fyri mista træið. Men um træið ger skaða á okkurt annað, eitt nú garðin hjá tær ella húsið hjá tær – ella húsið hjá grannanum, so dekkar tryggingin tann skaðan.

 

Tá talan er um bilar, so er tað eitt lógarkrav, at ein bilur skal vera ábyrgdartryggjaður. Men hann nýtist ikki at verða skrokktryggjaður. Er bilur tín bara ábyrgdartryggjaður, so dekkar tryggingin ikki skaða, tú sjálvur gert á bilin, sum tú sjálvur hevur ábyrgdina av. Men gert tú skaða á ein annan bil, so dekkar tín ábyrgdartryggingin tann skaðan.

 

Men kemur stormskaði á bilin hjá tær, sum ikki er skrokktryggjaður, og eingin annar kann ábyrgjast, so fært tú einki endurgjald.

 

Heðin D. Poulsen vísir á, at tá talan er um trygging, so er tað altíð ein vurdering í hvørjum einstøkum førum, tí er tað so trupult at svara ítøkiligt uppá, hvat tryggingin dekkar og ikki.

 

– Men er talan til dømis um ein garð, eina útilykt, sum er fastmonterað í urtagarðinum, ella ein skrellispann, sum er fastmonterað, so dekkar tryggingin, sigur hann.

 

Tá vit tosaðu við Heðin D. Poulsen fyri løtu síðani høvdu tey skrásett einar 300 skaðar. Men tey vænta nógv fleiri fráboðanir, sum dagurin líður.

 

Heðin D. Poulsen sigur, at í ódnini í 2013 vórðu fráboðaðir um 1.700 skaðar og í ódnini í 2011 var talið 3.700 skaðar.