Tryggingin og Eik verða Betri

Sum skilst skulu Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar hava samleikaskifti í dag.

 

Í gjárkvøldið fóru menn runt til deildirnar hjá Eik yvir við Strond í Havn, á Tryggingarfelagið Føroyar á Kongabrúnni og hjá Eik í gongugøtuni í Havn, har øll skeltini vórðu tikin niður. Skeltini hjá Eik, hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og hjá Betri Pensjón.

 

Tá info kom framvið vórðu skelti komin upp, har tað bara stóð Betri. So er spurningurin, um alt samtakið hjá TF Holding frá í dag at rokna skal hava felags samleikan »Betri«. Tað benda nýggju skeltini í øllum førum á.