Trygvi takkar fyri seg

Seinnapartin fer Trygvi Askham at verja EB/Streyma málið fyri síðstu ferð

Tá ið EB/Streymur seinnapartin fer at spæla í Sarpugerði, verður Trygvi Askham málverji. Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Trygvi fer at verja málið hjá EB/Streymi.

Tað er greitt, at hann næsta ár fer at umboða B36, og at tað liggur í kortunum, at hann verður sjálvkskrivað val á besta liðnum. Kappingarneyti hjá honum verður Rói Mørk Hentze.

 

Trygvi hevur verið í Sundalangum hetta eina árið. Hann er útleigaður frá B36, sum hann hevur umboðað síðani 2013. Har hevur Tórður Thomsen verið fyrsta valið.

Nú vilja venjarin Jákup á Borg og hini í B36 hava Trygva Askham at vera teirra málverja.

Hetta árið, hann hevur verið í EB/Streymi, hevur Trygvi Askham ment seg at vera ein tann besta málverjan í Effo-deildini. Tað heldur landsliðsvenjarin. Tá ið landsliðið fyri tveimum vikum síðani spældi ímóti Lettlandi og síðani Ungarn, var 29 ára gamli Trygvi Askham ein av trimum málverjum í landsliðshópinum.

 

Trygvi Askham hevur higartil spælt 61 dystir í Effo-deildini.