fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

- Navnakapping er nú skrivað út, tí Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi skal hava navn, sigur Almannaverkið.

Vilmund Jacobsen 16.05.2018 (01:08)

Tú kanst avgera navnið

Nú Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi skal hava navn, bjóðar Almannaverkið til navnakapping, har virðisløn verður latin fyri besta uppskotið.

 

Virknis- og Umlættingardepilin er ein nýggjur stovnur á Sandi, sum læt upp í november í 2016. Á stovninum vera veitt dag-, virknis-og umlættingartilboð til børn, ung og eldri.

 

Ynskini hjá Almannaverkinum eru eitt nú, at navnið skal verða lætt at siga og ikki ov langt. Navið skal hava samband við staðsetingina ella virksemi á stovninum.

 

Øll kunnu luttaka í navnakappingini við at senda bræv ella teldupost, og virðisløn verður latin fyri besta uppskotið.

 

- Vit tilskila okkum rætt til at ikki at brúka nakað av innkomnu uppskotunum. Um so er, at fleiri skjóta upp vinnandi navnið, verður drigið lut um virðislønina, siga tey í Almannaverkinum.

 

Meira um kappingina um navn til Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi kann lesast á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu, og freistin at senda inn uppskot er á middegi 1. juli 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her