fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 13.09.2017 (14:42)

Tuberklar gera um seg í Grønlandi

Higartil í ár eru staðfestir tilsamans 41 tilburðir av tuberklum í Grønlandi, og tað er serliga í býum og bygdum í Suðurgrønlandi, at teir nógvu tilburðirnir eru. Tað vísa tøl hjá landslæknaembætinum í Grønlandi.

 

- Sjúkan rakar um alt landið, men í 2016 og higartil í 2017 er tað serliga Suðurgrønland, sum er rakt, siga tey í landslæknaebætinum við heimasíðuna - sermitsiaq.ag

 

Heimsheilsustovnurin - WHO - sum hevur vitjað í Grønlandi, kemur í einari frágreiðing um viðurskiftini til somu niðurstøðu. 

 

Tuberklar eru álvarsom sjúka, og tá sjúkan í sínari tíð var í hæddini í Grønlandi, vóru skrásettir 900 tilburðir. Í áttatiárunum var talið av tilburðum av tuberklum í Grønlandi komið niður á umleið 10 um árið.

 

Síðan fór sjúkan aftur at gera um seg, og sambært WHO-frágreiðingini vóru 234 nýggir tilburðir av tuberklum í Grønlandi í 2011. Hetta árið doyðu umleið 10 fólk av sjúkuni.

 

Tíbetur hevur tað seinnu árini eydnast at minka um talið av tilburðum aftur, men eitt tal á 41 tuberklatilburðir í Grønlandi higartil í ár er framvegis alt ov høgt.