Tunnilin undir Hoyvík verður nógv dýrari

– Vit fingu boð um í gjár, at tey á Tórshavnar kommunu eru farin at tekna upp á ein tunnil heldur enn at gera avtalaða innkoyringarvegin av Hvítanesi, norðan fyri Hoyvík og vestur í Villingardalsvegin.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum 7. oktober undirskrivaði avtalu við Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóra í Havn, um innkoyringarvegin.

 

Henrik Old sigur, at verður ein nýggj avtala gjørd, so má tann gamla sjálvandi broytast.

 

– Men alt er sjálvandi treytað av, hvat Løgtingið sigur, vísir hann á.

 

Hann sigur, at tað sjálvandi er upp til Tórshavnar kommunu, um tey vilja hava veg ella tunnil. Men tað er eingin sjálvfylgja, at landskassin fer at bera størri part av teirri verkætlanini, sigur hann.

 

– So má Tórshavnar kommuna sjálvandi gjalda tað meira, sum tað fer at kosta. Men fyri okkum kann tað gera tað sama, um tað er ein tunnil ella ein vegur. Vit skulu bara tryggja okkum, at ferðslan sleppur á ein veg til og frá tunnilsmunnanum trygt og væl, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at ein tunnil er nógv dýrari enn ein vegur.

 

– Men eg kann einki gera við tað, tí tað er ein avgerð hjá Tórshavnar kommunu, um tey vilja nýta fleiri pengar upp á ein tunnil, sigur hann.

 

Henrik Old sigur eisini, at enn er einki ítøkiligt komið fram um, hvat ein tunnilsloysn fer at kosta í mun til ætlaða vegin. Men avtalað er, at farleiðin skal vera klár, tá Skálafjarðartunnilin letur upp, og tað er sambært ætlanini um ársskiftið 2019/2020

 

Henrik Old sigur, at honum dámar væl tunlar.

 

– Tað er bara ein spurningur um pengar, og tað er ein avgerð hjá Tórshavnar kommunu, sum eg ikki fara at blanda meg upp í, sigur Henrik Old, sum nú bíðar eftir næsta útspælinum frá Tórshavnar kommunu.