Leita á in.fo

Myndin vísir, hvar Sandoyartunnilin kemur upp niðast á Gomlurætt, men Tórshavnar Býráð, og Landsverk, halda, at rætta staðið er í svinginum omanfyri, har myrkið bletturin er. Myndin er av heimasíðuni hjá tunlafelagnum

Danjal av Rana 11.10.2017 (22:22)

Tunnilsfelagið aktar ikki Tórshavnar Býráð

-Nei, áheitanin frá býráðnum fær okkum ikki at broyta meining, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar við Kringvarp Føroya.

Tórshavnar Býráð hevur staðiliga heitt á tunnilsfelagið um at flyta tunnilsmunnan av havnalagnum á Gomlurætt og longur niðan í lendið, so at tunnilin ikki fer at órógva virksemi á havnalagnum. Á býráðsfundi fyri trimum vikum síðani heitti eitt einmælt býráð á landsins myndugleikar um at taka upp nýggjar samráðingar við tunnilsfelagið um linjuføringina.

 

Les eisini Vilja broyta ætlanina um Sandoyartunnilin

 

- Vit kunnu ikki gera so øgiliga nógv. Ein avgerð er tikin um, at tunnilin liggur har niðri. Tunnilin er liðugt projekteraður og boðin út, og arbeiðið er klárt at fara í gongd so skjótt sum man hevur sprongt ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur Teitur Samuelsen við Kringvarp Føroya. Hann sigur, at orsøkin til, at tunnilsmunnin er heilt niðri á havnalagnum er, at annars mátti tunnilin verið nógv longri, fyri at hann ikki skal gerast ov brattur.

 

Í farnu viku segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum við in.fo, at hann ikki fór at noyða tunnilsfelagið at leggja tunnilin hægri. Tí er ikki líkt til, at áheitanin frá Tórshavnar Býráði fær nakra ávirkan.

 

Les eisini Eg fari ikki at tvinga tey longur upp.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her