Turkaland: Donsk kvinna handtikin í homo-skrúðgongu

Løgreglan í Turkalandi hevur latið leysa aftur donsku kvinnuna, sum varð handtikin undir eini homo-skrúðgongu í Istanbul í gjár.

 

–  Udenrigsministeriets Borgerservice kann vátta, at danski ríkisborgarin, sum fyrr í gjár varð afturhildin í Turkalandi í sambandi við Gay Pride í Istanbul, nú er leyslatin. Viðkomandi hevur fingið tilboð um vanligu hjálpina frá okkum.

 

– Uttanríkisráðið hevur ikki fleiri upplýsingar um málið, tá vit hava tagnarskyldu í persónmálum, sigur Uttanríkisráðið sambært Ritzau.

 

Tað var fólkatingslimurin, Lars Aslan Rasmussen úr Javnaðarflokkinum og samskiftisstjórin hjá Copenhagen Pride, Thomas K. Rasmussen, sum sunnudagin upplýstu, at ein donsk kvinna var afturhildin av turkisku myndugleikunum.

 

– Hon er afturhildin av løgregluni í einum løgreglubussi. Vit vita ikki júst, hvat hendir, tí teir hava tikið telefonina frá henni.

 

– Men vit hava ein advokat frá Istanbul Pride á málinum, sum er í sambandi við myndugleikarnar, segði Thomas K. Rasmussen í gjárkvøldið.

 

Afturhildna kvinnan er nevndarlimur í Copenhagen Pride.

 

Aktivistar høvdu kallað til skrúðgongu í Istanbul seinnapartin í gjár á handilsgøtuni Istiklal og á Taksim-torginum.

 

Myndugleikarnir høvdu bannað homo-skrúðgonguni leygardagin og vísti til, at høgravíðgongdir bólkar høvdu hótt við at leypa á luttakararnar.

 

– Vit eru ikki bangin. Vit eru her, og vit vilja ikki broyta okkum, segði Gay Pride í Istanbul í eini yvirlýsing sambært tíðindastovuni AFP.

 

– Vit eru her fyri at vísa, at vit vilja stríðast fyri stoltleika okkara.

 

Hetta er triðja árið á rað, at skrúðgongan verður bannað.

 

Fyri at upploysa skrúðgonguna skeyt løgreglan við gummikúlum ímóti einum bólki á umleið 40 aktivistar, segði ein tíðindamaður frá AFP.

 

Sambært eygnavitnum vórðu minst fýra persónar handtiknir av løgregluni.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja upptøkur, tá løgreglan leggur á luttakararnar í skrúðgonguni.

 

/ritzau/