Turrir dagar fyri framman

Eitt veikt lágtrýstsøki sunnan fyri Ísland liggur mest sum í stað og viknar. Í dag fer eitt lágtrýst í ein norðan inn yvir Norðhavið eystan fyri Føroyar. Í morgin dýpist eitt nýtt lágtrýst vestan fyri Skotland og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni kemur væntandi inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi hósnáttina.

 

Í dag

Yvirhøvur turt og sum frá líður sólglottar. Hann makar vindin niður í eitt lítið lot av útsynningi, undir 5 m/s. Hitin millum 12 og 15 stig. Í kvøld og í nátt øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og klárt og hitin um 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á dagin dregur samanum sunnanfyri. Hitin millum 12 og 15 stig. Í annaðkvøld øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á náttina lækkar í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og reg og hitin millum 10 og 12 stig.

 

Hósdagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men út á dagin klárar í úr suðri, tað verður turt og sólin sær. Hitin um 13 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Turt, stundum klárt, og hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul, fyrst av suðri, seinni av eystri, og um náttina øtlar hann í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina meiri skýggjað og møguliga regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 12 og 16 stig, um náttina um 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina undir 6 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Lot til gul av norðri og eystri, undir 5 m/s,  sum um náttina øtlar í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina meiri skýggjað og regn av suðri. Hitin um dagin 10 til 12 stig, um náttina niður í 5 stig.